22 ára gamla Diana M. W. Olsen úr Skopun, hevur í seinastu tíðini arbeitt við, at fáa skrivað, teknað og selt myndabókina, "Lea á ferð". Yvir 100 eintøk eru seld.
"Lea á ferð" er ein føroysk barnabók, við einum góðum boðskapi. Allar síðurnar hava stórar og litfagrar tekningar, ið taka teg við á ævintýraferð; og hetta eru børnini sera glað fyri. Evnini í søguni eru m.a. áhaldni, samstarv, einsemi og vinabond. Meðan kjarnin í søguni er; um tú ger okkurt gott ímóti onkrum, so kemur tað aftur.
Diana meinar at "Lea á ferð" er ein bók fyri øll, sum dáma fábul søgur. Men sigur at í høvuðsheitinum er aldurbólkurin 4+, tískil at meira tekstur er á hvørjari síðu, enn ein setningur.
Diana gleðist tá foreldur siga henni frá, hvussu teirra børn dáma "Lea á ferð". Tí nú veit hon um ein 3 ára gamlan drong, sum situr húgagóður, meðan pápi hansara lesur fyri honum. Tá søgan er liðug, so leggur drongurin seg friðsælt at sova. Harumframt lesur ein 9 ára gomul genta, "Lea á ferð", næstan hvørt kvøld. Um ov seint er, og ljósið má sløkkjast, so tendrar hon lummalyktina og lesur víðari.
Tað hevur týdning at børn lesa bøkur úr teirra egna máli. Tí børn fara at duga betur at nýta sítt egna mál. Tað fer at hjálpa teimum nógv, at tey duga at stava og tosa føroyskt. Tey læra hetta ómakaleyst, tá ið tey eru heilt smá við at lesa føroyskar barnabøkur sum "Lea á ferð".
"Á míni leið, hava fitt fólk hjálpt mær á rætta leið, við at tíma at svara spurningum, koma við ráðum, meiningum og annað. Tað eri eg ótrúliga takksom fyri. Onkintíð havi eg kent meg aftur í Leu, tí hvørja ferð eg var liðug við eina avbjóðing, so kom ein onnur. Tað sum hjálpti mær var áhaldni, vinabond og smastarv: Møguliga eisini gott karma, júst sum í Lea á ferd. Tað er eitt sindur skemtiligt, haldi eg sjálv.” Sigur Diana.
Diana tímur væl at gera fleiri barnabøkur í framtíðini.
Sum nú er, kann "Lea á ferð" keypast í Rit&Rák, Gamlabókahandil, BR, Bókabúðin í Saltingará, Tangabúðin í Suðuroynni, Búrhandilin í Skopun, Á handilin á Sandoynni. Harumframt hava nakrar skúlar og dagstovnar hesa bókina.
Eisini hevur Lea á ferð eina facebook síðu.