Størsti parturin av hópinum, sum hevur fingið prógv frá Fróðskaparsetri Føroya hetta seinasta lestrarárið, eru bachelorarnir. 136 hava fingið bachelorprógv, 38 masterprógv, fimm ph.d.-prógv, og onnur 32 hava staðið aðrar útbúgvingar so sum diplom og hjánám.
Tað, sum hevur verið serligt í ár, er, at 20 lesandi hava á fyrsta sinni staðið diplomprógv í Føroyskum sum annaðmál, og í dag fingu fyrstu føroyskt útbúnu løgfrøðingarnar embætisprógv í Lóg, 10 í tali.
Hesar seinastu dagarnar hevur annars hátíðardámur valdað á Setrinum við fleiri stórum prógvhandanum.
Í dag var tað stásiliga Kongshøll, sum var karmur um tvær prógvhandanir. Fyrrapartin fingu tey prógv, sum hava lisið á Føroyamálsdeildini og á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi.
Kongshøll var á tremur beinanvegin fyrrapartin, tá Martin Tvede Zachariasen, rektari, beyð øllum vælkomin.
Hann endurgav heimspekingin og kritikaran Friedrich Nietzsche í "Also sprach Zarathustra” og segði:
- Tann, sum vil læra at flúgva, má fyrst læra at standa og ganga og renna og klintra og dansa – til ber ikki at flúgva á flog! Eg hugsi, at vit øll kenna hetta aftur. Børn skulu fyrst læra at standa, áðrenn tey kunnu ganga og renna og klintra og dansa. Síðani kunnu tey fara á flog – í fluttari merking. Tit hava eisini verið á einari langari menningarleið. Lærdómur er lagdur oman á lærdóm, sum er lagdur oman á lærdóm. Førleikar eru lagdir oman á førleikar, sum eru lagdir oman á førleikar.
- Tit málfrøðingar skulu bera tann týdningarmiklasta føroyska mentanararvin – nevniliga føroyska málið – víðari til komandi ættarlið.
- Tit listafólk skulu ”turka gerandisdustið av okkara sálum”, sum Pablo Picasso einaferð segði.
- Tit sjúkrarøktarfrøðingar skulu hjálpa teimum sjúku og veiku í samfelagnum – kanska tað mest meiningsfulla, eitt menniskja kann gera.
- Og tit við master í heilsuvísindum fara at menna føroyska heilsuøkið við gransking og øðrum menningarátøkum, segði rektarin m.a.
Alt tíðindaskrivið hjá Setrinum kann lesast her.