Á Tvøroyri fáa veljararnar tríggjar listar at velja ímillum á býráðsvalinum á Tvøroyri. Og tilsamans eru tað 21 valevni, sum stilla upp.
Á Tvøroyri kunnu 11 valevni vera á hvørjum lista, men eingin listi er fullmannaður. Annars sæst eisini, at tríggir av verandi býráðslimum stilla ikki upp aftur. Tey eru Kristina Roest, Súsanna Bertholdsen og Jónleyg Bech.
Tó stillar Eyð Eidesgaard upp aftur og hon er varalimur í býráðnum fyri Javnaðarflokkin fyri Súsannu Bertholdsen, sum situr á Løgtingi.
Teir tríggir listarnir sum stilla upp, eru:
Listi C – Javnaðarflokkurin
Bjarni Hammer, Løgreglumaður, Tvøroyri
Eyð Eidesgaard, Góðsku- og trygdarleiðari,Trongisvágur
Ruth Millum Garðarnar, Heilsuhjálpari, Tvøroyri
Tim Kristoffer Wentzlau, IT-Arkitektur, Trongisvágur
Regin Davidsen, Lesandi, Trongisvágur
Jens Arni Leo Hammerfoss, Lærari, Froðba
Listi F
Arnfinn Bech, Formaður, Tvøroyri
Silja Rólantsdóttir Sørensen, Námsfrøðingur, Tvøroyri
Ernst Emilsson Petersen, Pensjónistur, Froðba
Niels Strøm Rødgaard, Lesandi, Tvøroyri
Ólavur Bech, Samskipari, Tvøroyri
Jens Rói Sørensen, Løgreglumaður, Trongisvágur
Listi T – Felagslistin
Daniella Nikolina Petersen Hovsgarð, Kantinuleiðari, Tvøroyri
Mina Joensen, Cateringfólk, Tvøroyri
Tóki Wiberg Justinussen, Tøknieftirlit, Trongisvágur
Kristin Michelsen, Borgarstjóri, Froðba
Alvi Mortensen, Koyrilærari, Tvøroyri
Elinborg Christel Mortensen, Postboð, Trongisvágur
Rasmus Rasmussen, Maskinmeistari, Trongisvágur
Anita Vibergsdóttir, Varaborgarstjóri, Tvøroyri
Barbara Michalina Tausen, Varaleiðari, Trongisvágur