21 kappingar á Føroyaleikum í dag

Ikki færri enn 21 ymiskar kappingar eru í dag á skránni á Føroyaleikum. Hetta er triðji dagur av fýra. Dagføringar, úrslit og myndir eru at finna á heimasíðunum hjá Føroyaleikum.

Katrin Erlendsdóttir
10. juli 2021 kl. 07:46

Triðji dagur á Føroyaleikum verður skotin í gongd í dag, og nógvar kappingar eru á skránni.

Í Runavík, har eystanstevna eisini er, verða eitt nú amboðsfimleikur, teakwondo og vegasúkkling, meðan aðrar kappingar eru aðrastaðni í landinum. 

Fleiri enn 1.200 íðkarar við hjálparfólkum eru við til Føroyaleikir, og 19 ítróttargreinar eru umboðaðar.

ÍSF skipar fyri leikunum, sum hava egna heimasíðu, foroyaleikir.fo. Síðan verður javnan dagførd við tíðindum og myndum hjá leikunum.