Ongi úrslit

2020 var heitasta árið

Síðsta ár var ájavnt við 2016 sum tað heitasta árið, ið nakrantíð er mált her á foldum

Sigurjón Einarsson
9. januar 2021 kl. 09:00

Hitametið váttar eitt keðiligt rák; seks tey seinastu árini hava ligið í topp seks yvir tey heitastu árini, sum eru máld her á foldum, upplýsir ES-veðurlagstænastan, Copernicus Climate Change í einum tíðindaskrivi.

2020 hevur verið merkt av ógvisligum skógareldum í millum annað Avstralia og USA, av methøgum hitastigum í Sibiria og Arktis og metnógv regn í fleiri asiatiskum londum.

- Vit mugu standa saman sum eitt alheimssamfelag og tryggja veðurlagsjavnvág, sigur Matthias Petschke, stjóri fyri veðurlagstænastuna.

Tey óvanliga høgu hitastigini fyri 2020 vórðu skrásett, hóast vit høvdu tað afturvendandi veðurlagsfyribrigdi La Niña, ið vanliga ávirkar heimin soleiðis, at tað gerst kaldari.

Hetta ger, sambært serfrøðingum, hitametið enn meira merkisvert.

Seinastu 12 mánaðirnar hevur globali miðalhitin ligið 1,25 hitastig yvir støði frá áðrenn ídnaðargerðina.

Tað er ikki langt frá markinum á 1,5 hitastig, sum, sambært altjóða veðurlagsnevndini hjá ST, fer at fáa stórar avleiðingar fyri alla klótina.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

Í gjár kl. 11:45

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46