2020 var eitt stak gott haruár

Skrásetingarnar hjá Eyðfinni Magnussen vísa, at veiddar vórðu meira enn 9.000 harur í 2020.

Dan Lamhauge
17. januar 2021 kl. 08:00

Síðani 2012 hevur Eyðfinn Magnussen arbeitt við at skráseta haruveiðuna í Føroyum. Skrásetingarnar fara fram á heimasíðuni haran.fo, meðan miðlingin serliga er gjøgnum facebook-bólkin “Haruskjóting í Føroyum”.

Tað er loyvt at skjóta haru frá 2.novembur til og við 31.desembur, so haruárið 2020 er runnið, og flestu skrásetingarnar eru førdar inn á heimasíðuna.

2020 hilnaðist avbera væl hjá veiðufólki. Talvan vísir gongdina hesi níggju árini, sum skrásetingarnar eru gjørdar. Her síggja vit, at serliga 2014 royndist væl, tí tá vóru 9318 harur veiddar. Tað ger 2014 til metár.

Men tað kann væl vera, at 2020 gerst nýtt metár. Í hesum døgum er talið farið upp um 9.000 harur, men enn er ikki liðugt at skráseta.

Tí heitir Eyðfinn Magnussen á harufólk um at skráseta harutúrarnar og veiðuna, so hann kann fara undir at skriva frágreiðingina um haruveiðuna í Føroyum 2020.

Síðani talvan er gjørd, eru førdar aðrar 117 harur inn, og tí er nýggjasta talið sambært haran.fo 9153 harur.