200.000 krónur til Team Rynkeby Føroyar

Á gallaveitsluni leygarkvøldið varð kekkur handaður fyri innkomnu pengarnar, sum galladøgurðin gevur. Upphæddin var 200.000 krónur

Tíðindaskriv
10. mai 2021 kl. 10:15

Leygarkvøldið 8. mai var árligi galladøgurðin, sum Team Rynkeby Føroyar skipar fyri. Rudolf Joensen, sum hevur verið vertur øll árini, bjóðaði vælkomin, nú áttandi galladøgurðin hjá Team Rynkeby Føroyum varð hildin - hesa ferð á Hilton Garden Inn.

Gestirnir hugnaðu sær, og undirhaldið var einki minni enn fantastiskt. Tórshavnar Manskór sang fyri gestunum í gongini, áðrenn borðhaldið byrjaði. Eftir at gestirnir høvdu sett seg til borðs og fingið forrætt, spældi Marius Ziska nakrar av sínum vøkru og inniligu sangum. Eftir Marius komu teir í Vágaverki á pallin. Niclas og Lena sungu eisini nakrar sangir, ímeðan gestirnir fingu fyrsta floks mat. Síðani kom Sjúrður Skaale á pallin, og hann fekk sum vant alla fjøldina at flenna. Jens Marni Hansen endaði kvøldið, og við sínum rokkutu tónum setti hann futt í og fekk øll at syngja við.

Team Rynkeby Føroyar liðið takkar Hilton Garden Inn fyri at lata høli, kokkar, samskipan og hjálparfólk. Eisini takka tey Okkara, Føroya Bjór, PM – Heilsølu, Leif Mohr, Damfar og Landshandlinum fyri mat og drykkjuvørur. Steingrund Akustik fyri tøkniliga framleiðslu og útgerð. Síðst, men ikki minst, ynskir Rynkeby Føroyar at takka til øllum teimum, sum keyptu atgongumerki til døgurðan.