200 eldrabústaðir skulu byggjast í Havn

Byggilendi Undir Vesturvarða er tøkt – og júst tí eiga vit at fara í holt við at byggja 200 eldrabústaðir sum skjótast

Annfinn Hjelm
19. september 2024 kl. 10:30

Á hendan hátt fáa vit leysgivið fleiri størri hús í býnum, sum yngri familjur kunnu keypa sær. Tað sigur Annfin Hjelm, valevni hjá Fólkaflokkinum.

Í summum av okkara grannalondum er púra vanligt at byggja bústaðir til serligar málbólkar.  Eitt nú til tilkomin fólk, ið ikki hava heimabúgvandi børn.

Felags fyri hesi byggjarí er, at borgarin er í miðdeplinum - og júst hetta kann saktans gerast í Havn. Tó krevur tað, at mann hugsar eitt sindur øðrvísi, enn mann higartil hevur gjørt.

Ætlanin við nýggja byggjarínum er, at trivnaðurin hjá borgaranum verður settur í miðdepilin, ístaðin fyri bilurin, sum higartil tykist at verða raðfestur hægri enn fólk. Tað skal broytast framyvir.

Nýggj útstykking tøk til endamálið

Hetta skal gerast í nýggjari útstykking Undir Vesturvarða, har 200 leigu búeindir til eldri borgarar skulu byggjast í partalag við Bústaðir.

Um samanborið verður við tradionelt føroyskt byggjarí, so eru tvinnar broytingar.

Onnur er, at alt plássið millum bygningarnar skal vera innilokað. Tak bara hetta dømið úr Danmark og samanber við nýtt – vælbygt - føroyskt byggjarí.

Sjálvsagt skal tað vera rúm fyri bilum. Tó kunnu vit spara pláss, um vit flyta bilarnar útum miðdepilin og dekka plássið í miðdeplinum. Harafturat kann dekkaða plássið nýtast væl, við eitt nú at planta trøð og runnar.

Her sæst, at bilarnir eru fluttir útum kjarnuna av byggjarínum, meðan borgarin og hansara vælvera er í miðdeplinum.

Bygningurin skal sjálvsagt hitast við fjarðhita, so hiti er í økinum. Soleiðis verður tryggjað, at tað er hugnligt og liviligt. Eisini tær køldu myrku dagarnar, tá eingin sól er.

Við nýggju heimildini, sum Bústaðir hevur fingið, er einki til hindurs fyri, at Tórshavnar kommuna saman við Bústøðum byggir 200 tílíkar leigubústaðir, sum eru oyramerktir til borgarar yvir 60 ár. Eins og kenda svenska modellið fyri bústaðir, sum nevnist ”Ollekolle”.

Á hendan hátt fáa vit somuleiðis leysgivið fleri størri hús í býnum, sum yngri familjur kunnu keypa sær.

Tað besta av øllum er, at byggilendi er tøkt Undir Vesturvarða og atkoman verður klár í næstum.

Tá hesin býlingur er gjørdur, kunnu vit saktans gera nýggan býling sama stað, men hesuferð til annan aldursbólk - eitt nú yngri lesandi.

Vel lista A á býráðsvalinum!

Annfinn Hjelm