Avgerðin at geva teimum yvir 200 afgansku journalistunum innfararloyvi kemur frá bretska uttanríkisráðharranum, Dominic Raab, eftir at fleiri bretskir miðlar komu við eini felags áheitan til stjórnina um at bjóða afganum, ið høvdu hjálpt og arbeitt fyri teir í Afganistan, innfararloyvi til Stórabretland.
Tað skrivar The Guardian.
Tey afgansku miðlafólkini fáa møguleika at ferðast til Stórabretlands uttanum bretsku tilflytaralógina, og fáa eisini møguleika at taka síni nærmastu familjulimir við – tað er hjúnafelagi og børn undir 18 ár.
Uttanríkisráðharrin er sjálvur undir trýsti
Bretski uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, er sjálvur komin undir politiskt trýst, tí hann ikki hevur handlað skjótari, so fólk í Afganistan, sum hava hjálpt bretum, ikki kundu koma úr landinum skjótari.
Embætisfólk vildu hava Raab til at ringja til Kabul og syrgja fyri hesum, men hann var í feriu í Grikkalandi, og hevði ikki beinleiðis skund at fáa hetta gjørt.
Leiðarin fyri størsta andstøðuflokkin, Labour, Keir Starmer, skrivar í einum twitter-boðum:
– Hvør vil ikki gera eina telefonsamrøðu, um tað kundi bjarga mannalívi?
Framsøgufólkið í uttanríkismálum fyri liberalu demokratarnar, Layla Moran, sigur, sambært The Daily Mail, at “Dominic Raab má fara úr embætinum”.
– Uttanríkisráðharrin hevði skund at koma oman á strondina og ikki at gera eina telefonsamrøðu. Hann hevur gjørt Stórabretlandi til skammar og er ikki longur egnaður at umboða landið, sigur Layla Moran.
/ritzau/dpa