20 beinagrindir funnar á Ráðhúsplássinum

Fornfrøðingar eru glaðari enn nakrantíð áður. Teir halda seg hava funnið fyrstu íbúgvarnir í Keypmannahavn.

Jákup Højgaard
21. februar 2018 kl. 14:00

Á Ráðhúsplássinum hava fornfrøðingar funnið 20 beinagrindir. 

- Vit hava funnið beinagrindir av fólki, ið væl kunna hava verið fyrstu íbúgvarnir í Keypmannahavn. Beinagrindirnar eru umleið 1000 ára gamlar. Tær hava ligið gravaðar ein metur undir asfaltinum á Ráðhúsplássinum. Vit hava funnið 20 grøvir, men kunnu vanta at finna fleiri.

Sigur Jane Jark Jensen, ið er museumsinspektør og fornfrøðingur hjá Købenshavns Museum.

Fornfrøðingarnir hava hildið tað tætt at kroppinum, at teir hava funnið beinagrindir. Teir hava verið bangnir fyri, at óbodnir gestir skuldi forstýra teimum arbeiði.

- Hetta er okkara reyðagull. Vit mugu passa væl uppá beinagrindirnar, tí hava vit ongan áhugaða havt í óbodnum gestum. Vit verja væl um hvussu vit arbeiða. Onkursvegna hava vit verið ósjónlig undir grønu teltunum á Ráðhúsplássinum.

Á einum skala frá eitt til tíggju, er hetta heilt sikkurt eitt 10 tal. Beinagrindirnar kunnu siga okkum nakað um býir í miðøldini. Hvussu teir eru vorðnir til, og hvussu teir hava ment seg. 

Sigur Jane Jark Jensen.

Nakrar av beinagrindinum eru senda til kanningar á Københavns Universitet. Teir skulu eisini til kanningar á Statens Naturhistoriske Museum.

Fornfrøðingarnir vóna at gomlu beinagrindirnar kunnu veita nýggja vitan um tey menniskju, ið eftir øllum at døma vóru við til at byggja Keypmannahavn, 100 ár áðrenn Absalon bygdi sína borg.

- Eg eri sjúkliga glað. Eg hevði vóna at beinagrindir vóru her. Men tað kundi vit ikki vita við visu. Fornfrøðingur síggja jú ikki gjøgnum jørðini, hóast vit kundu ynskt okkum tað.

Sigur Jane Jark Jensen.

Kelda: dr.dk