19 børn dripin í skúlaskjótaríið í Texas

19 næmingar og tveir lærarar vórðu dripnir í einum skúlaskjótaríið í amerikanska statinum Texas. Skjótaríið fór fram á Robb Elementary School, ið er ein skúli fyri næmingar úr aldursbólkinum frá fimm til 11 ár

Myndin er tikin uttanfyri skúlan, har skúlaskótaríið fór fram. (Mynd: EPA-EFE)
Kristian Waag Dam
25. mai 2022 kl. 11:12

19 næmingar og tveir lærarar vórðu dripnir í einum sokallaðum skúlaskjótaríið í amerikanska statinum Texas. Eisini varð brotsmaðurin dripin í skotbardaga við løgregluni. Løgreglan stúrir fyri, at talið av deyðum fer at vaksa. Tvær tíggju ára gamlar gentur eru innlagdar á sjúkrahús. Støðan hjá tí einu er hættislig.

Tað vit vita um málið
Skjótaríið fór fram á Robb Elementary School, ið er ein skúli fyri næmingar úr aldursbólkinum frá fimm til 11 ár. Guvernørurin í Texas, Gregg Abbott, hevur váttað, at talan er um ein fyrrverandi næming á skúlanum. Tó er óvist, hvat motiv hansara var. Hildið verður, at brotsmaðurin einsamallur hevur staðið fyri álopinum.

Skúlin liggur 100 kilometrar norðanfyri tað meksikanska markið í býnum Uvalde, sum hoyrir undir Texas.

Áðrenn hópskjótariíð á skúlanum, skeyt maðurin eftir øllum at døma ommu sína. Hon er nú innløgd á sjúkrahúsi, men støðan hjá henni er hættislig.

Løgreglan, ið fór inná skúlan, endaði í einum skotbardaga við brotsmanninum. Brotsmaðurin særdi tveir løgreglumenn, áðrenn løgreglan megnaði at drepa hann við skoti.

Miðlarnir
Fleiri amerikanskir miðlar hava funnið fram til, hvør brotsmaðurin er. Talan er um ein 18 ára gamlan mann, ið arbeiddi á skundverðaketuni, Wendy’s. Ein fyrrverandi stjóri hansara á Wendy’s lýsti unga mannin sum friðarligan.

- Hann var tann stilla typan. Hann sum ikki sigur so nógv. Hann blandaði seg ikki uppí við hini starvsfólkini, segði fyrrverandi stjóri hansara við amerikanska miðilin, CNN.

Ein fyrrverandi floksfelagið hjá brotsmanninum, sigur seg hava fingið mynd av vápnum og lóðri frá brotsmanninum, einans fýra dagar áðrenn skúlaskjótaríið. Fyrrverandi floksfelagið hansara vildi ikki leggja navn til sína viðmerking. Sambært fyrrverandi floksfelaginum, so sóust teir ikki longur, men spældu av og á spøl saman á Xbox.

Á Instagram vanganum hjá sær, hevði brotsmaðurin deilt tvær myndir av tveimum AR 15-riflum tríggjar dagar undan skúlaskjótaríið. Haraftrat hevur brotsmaðurin eisini skrivað soleiðis á sínum TikTok vanga:

 - Børn, verið bangin í tí veruliga lívinum.

Joe Biden
Týskvøldið segði amerikanski forsetin, Joe Biden, soleiðis í eini røðu við tað amerikanska fólkið:

- Hví? Hví eru vit fús til at liva við hesum blóðbaðnum?

Hóast Biden ynskir at gera núverandi lóggávu strangari, so verður tað trupult hjá Biden, av tí at tað politiska fleirtalið ikki er til staðar. Aðrir forsetar hava eisini roynt at gjørt vápnalógina strangari, men tó uttan úrslit.

Skúlaskjótaríið er tað ógvusligasta síðan skúlaskjótaríið á Sandy Hook skúlanum fyri áleið tíggju árum síðani, har 20 børn og seks vaksin vórðu dripin.