18.248 fólk fáa pengar aftur í skatti

Fleiri enn 56 milliónir krónur eru goldnar ov nógv í skatti í 2020

Steinar Patursson
4. mars 2021 kl. 15:36

18.248 fólk fáa pengar aftur í skatti

Skattauppgerðin fyri 2020 hjá A-skattgjaldarum er nú klár, og hesaferð verða tað 18.248 fólk, ið fáa pening aftur í skatti.

Skattauppgerðin sæst á Borgaraglugganum og í Mínboks, og tey, ið ikki nýta tær tænasturnar, fáa uppgerðina í postkassan í næstum, sigur Taks.

Tilsamans eru 56.737.658 krónur, ið skulu latast aftur til teirra, ið hava goldið ov nógv.

Hinvegin eru kortini 1.521 fólk, ið hava goldið ov lítið í skatti, og sum tí fáa eina rokning í næstum, ið tilsamans ljóðar á 4.264.980.

22.205 fólk hava goldið rættan skatt og hvørki fáa ella skylda pening, sigur Taks.

Taks sigur eisini, at fært tú skattauppgerð, skalt tú kanna, um hon er røtt. Eru feilir í skattauppgerðini, skalt tú lata inn sjálvuppgávu við røttum upplýsingum áðrenn 3. mei.

B-skattgjaldarar fáa ikki skattauppgerð men bræv um at lata inn sjálvuppgávu

Tá ið sjálvuppgávan er innlatin, verður skattauppgerðin gjørd. Í alt er talan um 5.663 borgarar, sum skulu lata inn sjálvuppgávu.