Um midnáttina í gjárkvøldið var ætlanin, at eitt flogfar skuldi fara úr Vágum, og at eitt flogfar skuldi seta seg í Vágum.
Flogfarið úr Vágum var leiguflogfar við kroatiskum ferðalag hjá Hadjuk Split, og tað eydnaðist flogfarinum at lætta úr Vágum á midnátt.
Flogfarið, sum eftir ætlan skuldi lenda klokkan 00.30 var flogfar hjá Atlantsflog, sum hevði verið í Strasbourgh eftir umleið 180 føroyskum ungdómum og leiðarum teirra, sum síðstu vikuna hava verið á TeenStreet legu í Týsklandi.
Flogfarið var yvir vøllinum í eina góða løtu, men tað eydnaðist ikki at lenda, og so fingu mongu foreldrini, ið vóru á flogvøllinum fyri at taka ímóti børnunum, at vita, at flogfarið nú hevði kós ímóti Keflavík.
Sambært heimasíðuni hjá Atlantsflog er ætlanin, at flogfarið fer at lenda í Vágum klokkan 16.30 í dag.
Sambært heimasíðuni hjá Atlantsflog er flogferðslan nógv seinkað í dag.