

Á sumri 2023 vórðu tveir 14 ára gamlir dreingir funnir myrdir í tveimum ymiskum hagapørtum í Svøríki, og í dag eru 18 fólk ákærd í málinum.
Tað siga svenskir miðlar, eftir at ákæruritið varð lagt fram á tíðindafundi.
Sambært SVT fevna ákærurnar um dráp, eggjan til dráp, samsýning í drápi, ræning og fyrireiking av drápi.
Teir 18 ákærdu hava havt ymiskar leiklutir, meðan tvey fólk eru ákærd fyri at hava luttikið í báðum drápunum.
- Allir partar viðvíkja kriminaliteti, sum kann setast í samband við kriminella netverkið Foxtrot, sigur ákærin Hanna Cardell við SVT.
Sambært ákæranum høvdu teir báðir dripnu dreingirnir fingið til uppgávu, at fremja dráp og høvdu fingið vápn frá Foxtrot-netverkinum - men sambært SVT framdu teir einki brotsverk.
Ákærin heldur, at motivið fyri drápunum var, at dreingirnir áttu skyldina í, at tveir pistólar hvurvu.