18 bólkar luttaka á Sement 2021

Fyriskipararnir av Sement 2021 siga, at 18 bólkar hava meldað seg til Sement 2021

Sigurjón Einarsson
7. apríl 2021 kl. 17:10

Tað eru tey, ið droyma seg aftur til Prix Føroyar-tíðina, men tað er ikki at falla í fátt, tí tað hendir nógv á føroyska tónleikapallinum, og tað boðar høga luttakaratalið á Sement-tónleikakappingini eisini frá um, tí 18 bólkar og einstaklingar hava meldað seg til kappingina í ár, sum verður hildin í Reinsarínum í Havn.

Tað vera trý undanumfør á skránni, áðrenn vinnarin skal finnast tann 1. mai. Undanumførini eru tann 17., 23. og 24 apríl, har tú hevur møguleika at hoyra nógvan nýggjan tónleik, ið ikki er útgivin áður.

Umframt hetta, so siga fyrireikararnir, at tónleikurin á Sement 2021 verður fjølbroyttur, tí í ár verður tað alt frá hip hop og metal til pop og soul.

- Tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá vit siga, at Sement er ein forsmakkur upp á framtíðina hjá føroyskum tónleikalívi, siga fyrireikararnir í einum tíðindaskrivi.

Dómarar og vertir

Í ár eru tríggir dómarar, og teir eru Per I. Højgaard, Ári Rouch og Rannvá Helenudóttir. Hetta eru trý fólk, sum hava drúgvar royndir innan tónleik. Vertur verður Terji Rasmussen.

Vinningar

Í ár eru vinningarnir millum annað, at bólkarnir fáa fýra møguleikar at vinna studiotíð í Kris-Stuff Studio hjá Kristoffur Mørkøre, sum fara til vinnandi bólkin, nummar tvey og bólkin, ið fær triðja plássið. Fjórði bólkurin, sum fær studiotíð, verður valdur av Reinsarínum.

Umframt hetta, so verða umboð fyri G! Festivalin og Summarfestivalin á staðnum, har tey hava møguleika at velja bólkar at spæla á sínum festivali.

Fyrsta umfarið verður 17. apríl og byrjar klokkan 21.