18 ára gamla Clara Tauson vann í Lyon

Unga danska stjørnuskotið hevur nú vunnið sína fyrstu WTA kapping - og telist nú eisini millum top 100

Steinar Patursson
8. mars 2021 kl. 09:45

Unga danska tennisstjørnuskotið, Clara Tauson, telist nú millum 100 teir bestu kvinnuligi tennisleikararnar í heiminum, eftir at hon um vikuskiftið vann sína fyrstu WTA kapping.

Tauson spældi í gjár móti sveisisku Viktorija Golubic í fianluni í Lyon Open, og í fyrstu atløgu var talan um ein javnan dyst. Støðan var 5-4, og Tauson skuldi serva fyri fyrsta setti. Tað gjørdist ikki nokk við at vinna partíið til fyrsta sett, tí Tauson vann seks tey næstu partíini eisini, so støðan stóð 6-4 5-0, áðrenn Golubic aftur megnaði at vinna eitt partí. Lítið hjálpti, og løtu seinni hevði Tauson vunnið dystin 6-4 6-1 – og harvið eisini sína fyrstu kapping á WTA støði.

Tauson, sum undan dystinum lá sum nummar 139 á WTA styrkilistanum, flytir seg við sigrinum nú eisini inn í topp 100, tí sigurin flytir hana 43 pláss upp til nummar 96.

Umframt at síggja vakrari út á pappírinum, hevur nýggja styrkismetingin eisini tað við sær, at Tauson fær beinleiðis atgongd til Grand Slam kappingarnar, og noyðist sostatt ikki at spæla seg gjøgnum eitt undanspæl. Leikarabólkurin til Grand Slam kappingarnar verður fyrst og fremst úttikin frá teimum 104, ið liggja ovast á WTA styrkilistanum.

Næsta Grand Slam verður French Open í mei mánaði, og tað er sera ósannlíkt, at Tauson fer at tapa stig á styrkilistanum áðrenn ta tíð, og av somu orsøk skulu vit eisini vænta okkum at síggja evnaríka unga danskaran á parisianska grúsinum í mei mánaði.

Tauson spældi seg eisini gjøgnum French Open undankappingina í fjør, og í fyrsta umfari gjørdi hon ikki mætari enn at sigra á amerikansku Jennifer Brady, sum stutt fyri hevði verið í hálvfinaluni til US Open.

Nógv hevur verið gjørt burturúr at samanbera 18 ára gomlu Tauson við Caroline Wozniacki, sum gavst á yrkisleiðini í januar í fjør. Tauson hevur í øllum førum Wozniacki eitt bragd eftir, og tað er at vinna sína fyrstu WTA kapping sum 18 ára gomul.