Ein 18 ára gamal maður er ákærdur fyri morð og morðroynd á kendu Pusher Street á Christiania í gjár, leygardagin.
Tað skrivar danska løgreglan í einum tíðindaskrivi.
Maðurin verður í dag grundlógaravhoyrdur í rættinum í Frederiksberg.
Sambært Ritzau upplýsir løgreglan ikki, hvønn leiklut tann 18 ára gamli hevði í samband við drápið. Ákæran snýr seg um, at hann hevur samstarvað við brotsmenn, ið framvegis eru ókendir.
- Eirindaleysu og kensluleysu gerðirnar hjá brotsmonnunum, har teir ikki bert drepa ein 30 ára gamlan mann, men eisini skjóta umkring seg uttanfyri, har onnur eru komin til skaða, kunnu ikki góðtakast, sigur leiðandi løgreglutilsjónarmaðurin í Keypmannahavn, Poul Kjeldsen, í tíðindaskrivinum.
Fyrr í dag ljóðaði tað frá løgregluni, at mann hevði leyslatið ein av teimum báðum persónunum, sum mann hevði handtikið í samband við málið.
Skjótingin hendi í gjár við Pusher Street á Christiania. Ein 30 ára gamal maður varð dripin og fleiri vórðu særd. Løgreglan hevur upplýst, at tann dripni hevði samband við bandaumhvørvið.