17 nýggir UEFA B-venjarar

Útbúgvingin tekur góðar fýra mánaðar, og inniber undirvísing, skrivligar uppgávur, vegleiðingar og venjingar úti í feløgunum

Mynd: fsf.fo
fsf.fo/Hans Erik Danielsen
19. juli 2024 kl. 22:30

Fyrr í summar stóðu 17 nýggir venjarar UEFA B-venjaraútbúgvingina. Hesir hava nú møguleikan at fara víðari undir UEFA A-útbúgvingina.

Fríggjadagin 12. juli varð skipað fyri lítlari hátíðarløtu á Tórsvølli, í samband við at 17 venjarar hava staðið UEFA B-venjaraútbúgvingina.

Útbúgvingin tekur góðar fýra mánaðar, og inniber undirvísing, skrivligar uppgávur, vegleiðingar og venjingar úti í feløgunum.

– Tað er altíð hugaligt at síggja, at alt fleiri venjarar fara undir útbúgvingarnar, ið FSF hevur at bjóða. Hesaferð fingu vit 17 venjarar ígjøgnum skipanina, og vónandi eru tað fleiri av teimum, ið taka av, nú teir hava møguleikan at fara undir A-venjaraútbúgvgina, sigur tekniski stjórin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Smith Clementsen.

Í løtuni eru trettan luttakarar á UEFA A-venjaraútbúgving hjá FSF, sum endar við próvtøku í heyst.

Næsta UEFA B-útbúgving fer eftir ætlan av bakkastokki í mars komandi ár, meðan tað enn ikki er greitt, nær næsta UEFA A-venjaraútbúgving verður.