ES hevur í gjár játtað at marka 1,7 milliardir krónur til menning í Grønlandi frá 2021 til 2027.
Tað sigur danska uttanríkisráðið í dag.
Eftir ætlan skal peningurin nýtast til útbúgvingarøkið og grønan vøkstur, og harumframt fær Grønland møguleika at søkja um pening frá øðrum grunnum.
Sermitsiaq skrivar, at í seinasta umfari, tað er frá 2014 til 2020, hevði Grønland møguleika at søkja um 1,6 milliardir krónur, men at nú er eisini peningur tryggjaður árini fram til 2027.
- Danmark hevur, í tøttum samstarvi við Grønland, millum annað tikið sær av ítøkiligu samráðingunum við hini londini í ES, skrivar uttanríkisráðið í tíðindaskrivi.
- Eg eri sera fegin um góða úrslitið. Hetta er nakað, ið vit frá grønlendskari og danskari síðu hava lagt nógva orku í at loysa. Frá uppskotið varð sett fram, gjøgnum tey trý árini, samráðingarnar hava verið, til avgerandi samráðingarnar í ES, hevur Grønland, Danmark – frá Nuuk, Keypmannahavn og Brússel – arbeitt í tøttum samstarvi fyri at tryggja Grønlandi besta úrslit, sigur Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri í Danmark.
Grønland tók avgerð um at fara úr ES samstarvinum í 1982, og landið tók seg úr ES í 1985. Grønland er kortini knýtt at ES sum OCT land, ella Overseas Countries and Territories, sum tað stendur fyri.