Tað eru ikki nógv, ið kunnu erpa sær av at hava verið til hendurs við eina bjørn og vunnið, men tað kann 17 ára gamla Hailey Morinico úr California í USA.
Vakmyndaupptøkur úr havanum hjá Morinico familjuni vísa, hvussu ein bjarnamamma við tveimum bjarnarungum koma gangandi eftir einum garði millum húsini, tá hundarnir hjá familjuni brádliga koma rennandi.
Hundarnir, ið eru rættiliga ymiskir í stødd, goyggja eftir fremmandu gestunum fyri at fáa teir til rýmingar, og størsti hundurin fer heilt tætt at kvennbjørnini. Hundurin fær ein ordans lúsing og sleppur sær burtur, og tá er tað, at Hailey Morinico kemur rennandi og skumar bjørnina av garðinum, áðrenn hon tekur hundarnar burtur.
Við lokalu tíðindastøðina KCAL-TV segði Hailey Morinico eftir hendingina, at hon hevur keikt ein fingur og skurðslað sær knæið av hendingini, og annars mælti hon ikki øðrum til at gera tað sama, sum hon gjørdi.
- Ikki skumpa bjarnir og ikki fær nær bjarnum.
- Tú hevur ikki hug at verða óheppin. Tað var av tilvild, at eg slapp snikkaleys frá hesum, segði Hailey Morinico.