17 ára gamal koyrdi bil mitt í Havnini  

Nú fær hann bót fyri tað

Áki Bertholdsen
20. mai 2024 kl. 09:15

Í gjárkvøldið, beint eftir klokkan 22, ringdu fólk til løgregluna at siga frá, at ein bilur, sum koyrdi eftir Hoyvíksvegnum mitt í Havnini, koyrdi so óstøðugt, at tey høvdu illgruna um, at okkurt var galið. 

Tað hendir seg ofta, at fólk ringja til løgregluna í slíkum førum, og ofta er tað tí at tey hava illgruna um, at bilførarin ikki er edrúur.

Løgreglan sigur, at tey fóru at leita og tey funnu eisini bilin og fingu bilføraran at steðga. Men í hesum føri var orsøkin til ófantaligu koyringina ikki tann, at bilførarin var ávirkaður.

Tvørtur ímóti vísti tað seg, at hann var bara 17 ára gamal og sostatt hevði hann hvørki aldur til at koyra bil, og enn minni koyrikort.

Løgreglan sigur, at tey vita ikki, hvussu hann fekk fatur á lyklunum, men eingin hevur ringt at boða frá, at bilurin er stolin.

Ungi bilførarin fær nú bót fyri at koyra við ongum koyrikortið.