Ein 17 ára gamal drongur í Danmark meldaði seg sjálvan til løgregluna í Keypmannahavn í dag. Tað upplýsir løgreglan í einum tíðindaskrivi.
Hetta hendur dagin eftir, at tvey ung fólk vórðu dripin við knívi í gjárkvøldi í Taastrup.
Løgreglan hevur illgruna um, at 17 ára gamli drongurin er innblandaður í málinum, og hann er tí skuldsetur fyri dráp.
Í morgin skal tannáringurin til grundlógaravhoyring í rættinum í Glostrup.
Hóast løgreglan nú hevur handtikið ein persón í málinum , so heldur kanningararbeiðið fram.
Løgreglan í Keypmannahavn fekk stutt fyri kl 23:00 í gjárkvøldi fráboðan um knívstunguna í Skjeberg Allé í Taastrup.
Hendingin fór fram nær sølumiðstøðini City 2.
Tilsamans blivu trý fólk stungin. Ein 17 ára gamal drogur, og ein 18 ára gamal maður doyðu á staðnum.