Seinastu tíðina hevur Kasakstan verið nógv umrøtt í altjóða miðlunum. Rokið í Kasakstan byrjaði sum smáar mótmælisgongur kring landi, orsakað av hækkaða prísinum av brennievnum. Prísurin av brennievni fór upp tann 1. januar og stutt eftir byrjaðu mótmælisgongurnar kring landið.
Smáu mótmælisgongurnar mentust til eina risa mótmælisgongu í Almaty, sum er størsti býurin í landinum. Stjórnin var trýst og lovaði síðan, at príshækkingin var strikað, men mótmælisfólkini tóktust ikki at vera nøgd við hetta. Í fylgi altjóða miðlum, so snúðu mótmælisgongurnar tá, ikki longur um príshækkanina á brennievnum, men ístaðin ónøgdsemi við stjórnina. Mótmælisgongurnar vuksu seg so stórar og ógvusligar, at forsetin Kassym-Jomart Tokayev, hevur sent stjórnina til hús.
Tokayev hevur síðan 2019 verið forseti í Kasakstan. Undan honum var Nursultan Nazarbayev forseti í áleið 30 ár. Hildið verður, at fyrrverandi forsetin enn hevur eitt fast tak á valdinum í landinum. Nursultan Nazarbayev var fyrsti forsetin í Kasakstan, eftir at Kasakstan fekk sjálvstýri í 1991. Hann var forseti í áleið 30 ár.
Forsetin Kassym-Jomart Tokayev hevur síðan ógvusligu mótmælisgongurnar biði um stuðul frá Russlandi. Putin hevur tikið umbønina frá Tokayev í álvara og sent hermenn til Kasakstan. Tokayev hevur eisini givið sínum hermonnum loyvið, at skjóta uttan at ávara um tørvur er á tí.
Tað er stór óvissa og nógvur ruðuleiki í landinum í løtuni, millum annað er ongin atgongd til interneti í størsta býnum Almaty. Tískil er tað trupult hjá umheiminum at vita, júst hvat tað er sum hendur. Av tí sama mugu tíðindini úr Kasakstan takast við fyrivarni. Talið av deyðum er ikki endaliga staðfest enn, men sambært miðlunum í Kasakstan, so eru 164 fólk deyð í ófriðinum í seinastuni.
Tað er greitt, hví mótmælisgongurnar byrjaðu, men enn er óvist, hví tær annars friðarligu mótmælisgongurnar brádliga gjørdust so ógvusligar. Sambært forsetanum, so er talan um eina roynd uppá stjórnarkvett. Í løtuni er nógv óvist enn, bæði fyri borgarunum í Kasakstan og fyri umheimin.