16.000 nýggir tilburðir
Aftur í dag eru nýggj met í smittutilburðum og smittuprosenti í Danmark, og talið á innløgdum hækkar.
Katrin Erlendsdóttir
27. desember 2021 kl. 13:38
Seinasta samdøgrið eru 16.164 nýggir koronutilburðir staðfestir í Danmark, vísa tøl frá Statens Serum Institut í dag.
Smittutalið er met, og tað kemur bert ein dag eftir, at eitt nýtt met annars varð sett í gjár við 14.844 tilburðum.
Í nýggjastu tølunum eru 639 tilburðir hjá fólki, ið eru smittaði umaftur við koronu.
130.686 fólk vórðu kannaði, og tað gevur eitt positivprosent á 12,4, ið eisini er nýtt met, síðani øll fingu í boði at lata seg kanna.
29 fólk eru innløgd við koronu seinasta samdøgrið, soleiðis at korona í løtuni stendur fyri 608 innleggingum í Danmark.
Sjey fólk afturat eru deyð við koronu. Samlaða deyðstalið er nú 3217.