16 føroyskir unglingar fara til Kroatia

U19-menn: HM endaspælið verður í Kroatia í døgunum 2. til 13. august

Jóannes Hansen
19. juni 2023 kl. 15:00

Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis í dag:

 Venjararnir, Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, hava úttikið hesar 16 leikarar til U19 HM-endaspælið í Kroatia.

Málverjar:

Leivur Joensen, VÍF

Aleksandar Lacok, Neistin

Vinstri veingir:

Jákup Egholm, H71

Rói Seyer Hjaltason, H71

Sofus í Selvindi, StÍF

Høgri veingir:

Niklas Gaard, BSH

Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF

Strikuspælarar:

Tóki Fríðriksson, KÍF

Ísak Vedelsbøl, Neistin

Eyðbjørn Heini Danielsen, VÍF

Bakspælarar:

Óli Mittún, IK Sävehof

Rókur Ziskason, H71

Høgni Højsted, H71

Trúgvi Hávardsson, H71

Búi Djurhuus Poulsen, BGI

Tróndur Johnsson, VÍF

Málverjavenjari er Ári Dam, fysioterapeut er Durita Rouch og liðleiðari Rani Ellingsgaard.

Kappingin verður í Kroatia í tíðarskeiðnum 2. – 13. august. Innleiðandi bólkurin hjá Føroyum verður spældur í Opatje.

Føroyar eru í bólki H saman við Svøríki, Iran og Burundi. Talan er um ein spennand bólk. Svøríki var nummar 2 í U18 EM-endaspælinum í fjør, har Føroyar endaðu sum nummar 9. Liðini møttust í fyrsta dystinum í kappingini, har Svøríki vann 32-29. Iran endaði sum nummar 2 í asiatiska endaspælinum, meðan Burundi var nummar 4 í afrikanska endaspælinum. Eftir innleiðandi umfarið verður Føroyar sett saman við bólk H, sum telur Týskland, Argentina, Saudi Arabia og USA.