14 túsund bilar koyra hvønn dag í undirsjóvartunlunum

Felags fyri allar fýra tunlarnar er, at ferðslan í apríl í ár var størri, enn hon hevur verið í apríl øll tey undanfarnu árini

Jóannes Hansen
3. mai 2024 kl. 21:32

Ferðslan økist støðugt í teimum fýra undirsjóvartunlunum. Tað vísir uppgerðin fyri apríl, sum er at síggja á tunnil.fo

Uppgerðin vísir, at í miðal koyrdu tað í apríl knappliga 14 túsund bilar hvønn dag í undirsjóvartunlunum.

Størsta ferðslan er í Eysturoyartunlinum – millum Eysturoy og Streymoy. Har var ferðslan í miðal fyri hvønn dag í apríl 5042 bilar. Síðani apríl í 2021 hevur talan verið um støðugan vøkstur. Í prosentum hevur vøksturin síðani 2021 verið 43,2 prosent.

Í Eysturoyartunlinum – millum Strendur og Rókina – hevur vøksturin frá apríl 2021 og fram til apríl 2024 verið 47,7 prosent. Úr 572 bilum og til 845 bilar í miðal um dagin.

2020 var orsaka av CORONA serligt ár við lítlari ferðslu. Tí eru tølini fyri Bága og Norðoya tunnilin fyri hetta árið misvísandi. Tá er meiri viðkomandi at sammeta tølini fyri apríl 2024 við tølini í apríl 2021.

Í Norðoyatunlinum er talan um vøkstur frá 3707 bilum í miðal um dagin og til 4231 bilar í miðal um dagin. Lutfalsigi vøksturin er 14,1 prosent.

Í Vágatunlinum er talan um vøkstur frá 2152 bilum í miðal um dagin og til 2949 bilar í miðal um dagin. Lutfalsligi vøksturin er 37 prosent.

Sandoyartunnilin læt upp í desember 2023. Har var ferðslan í apríl í ár meiri enn tvífalt so stór, sum tað frammanundan varð roknað við, at hon fór at verða. Í apríl koyrdu 903 bilar í miðal um dagin í Sandoyartunlinum.

 Miðal ferðslan um dagin í apríl

2020

2021

2022

2023

2024

Vága

1519

2152

2816

2848

2949

Norðoya

2709

3707

3952

3994

4231

Strendur - Rókin 

572

671

771

845

Eysturoy - Streymoy

3521

4291

4710

5042

Sandoyar

903

kelda: tunnil.fo