13 tilburðir í gjár

Ein tilburður av ókendari smittukeldu

Sigurjón Einarsson
19. oktober 2021 kl. 13:34

Í gjár vóru 13 nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Níggju tilburðir eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum, ein tilburður av ókendari smittukeldu. Hini trý fólkini eru staðfest smittað eftir komu til Føroyar, eitt fólk á øðrum degi eftir komu og tvey triðja dag eftir komu.

1273 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið.

Í løtuni eru 81 fólk smittað í Føroyum, meðan 153 fólk sita í sóttarhaldi.

197 koppsett í gjár

Í gjár vórðu 197 fólk koppsett fyri koronu. 35 fólk fingu fyrra prikið og 135 fingu tað seinna. 27 fólk fingu triðja prikið.

Nú hava 38.942 fólk fingið fyrru koppsetingina. 37.119 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett. 191 fólk hava fingið trý prik.

Tilsamans 76.252 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.