Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har síðsti heimadystur í hesi Nations League kappingini verður í kvøld.
Føroyar hava vitjan av Lettlandi, og dagsskráin hjá føroyska liðnum er at vinna fulla úrtøku og harvið at styrkja um støðuna í kapingini fyri at sleppa undan at flyta niður.
Á yvirlitinum,sum vísir søluna av atgongumerkjum, sæst, at tað eru umleið 1200 atgongumerki send, nú tað eru smáir tveir tímar inntil dystarbyrjan.
Líkindini at spæla fótbólt eru góð. Tað er stilt og klárt, og tað eru fimm hitastig.
Hetta er triðja ferðin, at Føroyar og Lettland hittast í ár. Bæði í Baltic Cup og Nations League vann Lettland 1-0 á heimavølli.
Dómarabólkurin er av Malta. Dómarin eitur Philip Farrugia, hjálpardómarar eru Alan Camilleri og
Duncan Sultana og fjórði dómari er Matthew De Gabriele.