120 rakettálop á Ukraina í morgun

Kyiv, Kharkiv, Odesa, Lviv og Zhytomyr eru raktir av nógvum rakettálopum í morgun

Savnsmynd: EPA
Steinar Patursson
29. desember 2022 kl. 09:30

Russland hevur í morgun framt fleiri enn 120 rakettálop á ukrainskar býri.

Tað sigur Mykhailo Podolyak, sum er ráðgevi hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelensky, sambært BBC.

Sambært Podolyak vórðu rakettálopini framd móti sivilfólkinum í landinum og móti týðandi infrakervi.

Í minsta lagi tveir brestir vóru í høvuðsstaðnum, Kyiv, men tað er framvegis ógreitt, um brestirnir stóðust frá rakettálopunum sjálvum, ella um talan var um rakettverjuna, sum larmaði.

Umframt Kyiv eru eisini Kharkiv, Odesa, Lviv og Zhytomyr raktir.

Tað er ikki greitt, um nakar hevur latið lív av rakettálopunum í morgun, men í Kyiv fingu tveir bústaðir skaða avleivdum frá rakettum, ið vórðu niðurskotnar av rakettverjuni.

Ukrainska verjan vil vera við, at rakettálopini komu úr ymsum ættum, og at skotið varð bæði frá landi og av sjógvi. Eisini vórðu fleiri kamikaze dronur nýttar.