12 tilburðir í gjár

Í einum føri er smittukeldan ikki kend

Sigurjón Einarsson
24. september 2021 kl. 15:00

Í gjár vóru 12 nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll fólkini eru smittað í Føroyum. Í 11 førum er smittukeldan kend, meðan smittukeldan ikki er kend í ta eina førinum. 

521 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið.

Í løtuni eru 57 smittað í Føroyum, meðan 205 fólk sita í sóttarhaldi.