Ein hendingarík tingseta er av, og seinastu vikurnar eru nógv góð javnaðarmál samtykt.
Í fleiri førum er talan um mál, sum hava ligið í politiskari naggatódn í áratíggjur. Her eru nøkur:
Vit fáa fleiri og bíligari bústaðir kring landið. Bústaðir hevur fingið heimild at byggja almannagagnligar leiguíbúðir saman við kommununum
Vit hava avtikið gyltu pensjónsskipanina hjá politikarum, og lønin verður IKKI hækkað
Søguliga stórur skattalætti er latin lág- og miðalløntum
Næmingatalið í flokkunum minkar, so meira tíð verður til einstaka næmingin
Hægri barsilsútgjald. Hægsta útgjaldið er farið úr 25 túsund í 30 túsund
Lovaða lønarlyftið til lægru løntu starvsfólkunum á umsorganarøkinum er framt
Vit hava fingið nýggja elveitingarlóg, sum styrkir SEV og setur ferð á grøna orkuskiftið
Føroyingar hava fingið frítt at fara í føroysku náttúruna – undir ábyrgd sjálvandi.
Breið semja um tøkugjøldini tryggjar Føroya fólki ein rímiligan og munandi part av tilfeingisrentuni í alivinnuni
Nýtt príseftirlit skal hava vakið eygað við stóra prísvøkstrinum
Nýggj felags pantiskipan, so til ber at sleppa av við øll íløt á sama stað
Serstøk upphædd sett av til at fáa bíðilistarnar í Sjúkrahúsverkinum niður
Á myndini vantar okkara Jóhannes Joensen, sum var burturstaddur í seinastu viku.