113 íðkarar fyrireika seg til oyggjaleikirnar

Í ár vera leikirnir á Guernsey í døgunum 8. til 14. juli

23 ára gamla Tinna Berg Jørgensen, verður við á oyggjaleikunum á Guersey og skal har luttaka í 100m og 4x100m boðrenning.
Jóannes Hansen
23. juni 2023 kl. 12:54

Óføru U-21 menninir í hondbólti fyrireika seg suðuri í Týsklandi til síðsta dystin í innleiðandi umfarinum í HM endaspælinum. Hann verður í kvøld klokkan 19.15 í Magdeburg ímóti Spania. Tvey stig at hava við í miðumfarið standa upp á spæl.

Samstundis verður av álvara talt niður til oyggjaleikirnar, sum í summar vera á Guernsey. Leikirnir vera í døgunum 8. til 14. juli, og føroyska ferðalagið fer úr Føroyum hósdagin 6. juli.

Hetta er 19. ferðin, at oyggjaleikir eru. 113 íðkarar fara at umboða Føroyar á leikunum.

Tey fyrstu árini vóru Føroyar væl umboðaðar í eitt nú fótbólti og flogbólti – í báðum ítróttargreinum var tað við bæði mansliðum og kvinnuliðum. Tá var føroyska umboðanin í frælsum ítrótti lítið.

Hesaferð eru hvørki fótbóltur ella flogbóltur á skránni. Størsta føroyska luttøkan er í kurvabólti, har Føroyar hava lið við í kappingini fyri bæði menn og kvinnur – 12 kvinnur og 12 menn.

Í frælsu ítróttargreinunum eru Føroyar væl umboðaðar. Ikki færri enn 23 føroyingar fara at luttaka  í frælsum ítróttargreinum.

Svimjilandsliðið hevur ofta verið størri, enn tað verður á hesum leikunum. Hesaferð vera 11 føroyingar við í svimjingini.

Ítróttargreinarnar og luttøkutalið er hetta:

 

 

Badminton          10

Bogaskjóting       11

Skjóting                8

Borðtennis           8

Golf                       5

Súkkling/triathlon             8

Kurvabóltur         12 kvinnur og 12 menn

Frælsur ítróttur  23

Svimjing               11

Tennis                   5

Tilsaman              113