11 eru deyð og 11 eru særd eftir russiskt rakettálop í dag
Russiskar rakettir hava í dag regnað niður í Ukraina
Ragnar Sjúrðarson
26. januar 2023 kl. 16:57
Í øllum Ukraina hava rakettir í morgun regnað niður. Fleiri høvdu kós í móti Kyiv, men tær vórðu allar skotnar niður.
Álopini hava kostað minst 11 persónum lívið, meðan 11 persónar eru komnir til skaða. Hetta upplýsir Reuters.
Tilsamans er talan um fleiri enn 30 russiskar rakettir, sum í morgun vórðu sendar frá russiskum hermonnum, sigur Ukrainska hernaðarleiðslan sambært Reuters.