1070 týskarar fara at vitja í Runavík

. Skipið fer mikudagin í næstu viku at liggja við kai frá kl. 13.00 til 19.00

Runavíkar havn
19. juli 2024 kl. 16:24

Mikudagin 24. juli kemur ferðamannaskipið Artania hjá Phoenix Reisen inn á Runavíkar havn. Skipið liggur við kai frá kl. 13.00 til 19.00. Umborð eru 1070 ferðafólk úr Týsklandi, og manningin telur umleð 500 fólk. Artania, sum er 231 metrar langt, vitjaði seinast í Runavík í 2022.

Føroyska umboðsfelagið hjá skipinum er Tor Shipping, og Faroeway Adventures er túrsmiður.

Runavíkar havn og Visit Runavík gleða seg at taka væl ímóti gestunum