104 kirkjutænarar fara á skeið
Skeiðini hjá Reyða Krossi Føroyar verða í Havn, Klaksvík, Gøtu, Vágum, á Sandi, við Streymin og í Suðuroy
folkakirkjan.fo
6. november 2024 kl. 17:20
Reyði Krossur Føroya bjóðar eitt 4 tímar grundskeið i fyrstuhjálp til tænastufólk kirkjunnar.
Skeiðini verða í Tórshavn, Klaksvík, Gøtu, Vágunum, á Sandi, við Streymin og í Suðuroy.
16 fólk verða á hvørjum skeiði. Talan er um dag- og kvøldskeið yrkadagar.
Tey, ið hava boðað frá luttøku, hava persónliga fingið boð um dag, tíð og stað.
Skeiðini verða hildin í tíðarskeiðinum 25. november – 5. desember 2024.
Fólkakirkjan fegnast um, at áhugin er stórur fyri hesum skeiði.
Tilsamans koma 104 fólk á skeiðini, ið Reyðikrossur heldur fyri tænastufólki kirkjunnar.
Fólkakirkjan takkar Reyðakrossi fyri eitt gott arbeiði, eisini á hesum økinum.