Eitt afturvendandi kjak í hesum døgum er hvussu nógv atlit lond eiga at taka til onnur lond, nú øllum vilja hava fatur á koppingarevni móti korona. Eiga lond at hugsa um seg og síni fyrst ella eiga vit at vísa samhaldsfesti fyri øllum londum kring knøttin.
Nú boðar heimsheilsustovnurin WHO frá, at 95 prosent av øllum koppingarevni í heiminum, er keypt av 10 londum.
Londini, sum hava sett seg á størsta partin av koppingarevnum móti korona eru USA, Kina, Stórabretland, Ísrael, Arabisku Emiratini, Italia, Russland, Týskland, Spania og Canada.
Hans Kluge, sum er økisstjóri í WHO fyri Evropa, mælir til eitt meira rættvíst býti av koppingarevnum. Hann sigur at vit ikki hava ráð til ikki at hugsa um onnur lond.
Sambært Kluge arbeiðir WHO við at fáa koppingarevni til øll lond, men at tørvur er á at lond, sum megna at hjálpa til og stuðla undir einum rættvísum býti av koppingarevnum, gera tað, skrivar Ritzau.
Sambært hagtalsheimasíðuni Our World in Data eru 32 milliónir koppingarskamtar latnir.
Smittan økist orsaka av nýggjum variatiónum
Hans Kluge sigur eisini, at tey í WHO eru serliga stúrin um nýggju variatiónirnar av koronusmittuni, serliga tí bretsku og suðurafrikonsku. Nýggju variantarnir smitta verri og man veit eiheldur við vissu hvussu væl koppsetingin virkar móti teimum.
Hann vísir tó at at vit hava orsøk at verða meira jalig í 2021 enn í 2020. Nú kenna vit smittuna betri, sum merkir at vit vita betri hvat vit kunnu vænta og støðan verður lættari at halda skil á, sigur Hans Kluge.
Síðani koronasmittan kom fram eru 93 milliónir fólk smittað og 1,99 milliónir fólk eru deyð við koronasmittuni.