Tá ísraelska fótbóltslandsliðið skal spæla ímóti Mali í París í dag, verður tað við einum umfatandi trygdarkervi uttan fyri leikvøllin.
1000 løgreglufólk fara at vera til staðar á og rundan um leikvøllin Parc dex Princes, har dysturin verður leiktur klokkan 20.00 í kvøld.
- Har er gjørd ein trygdarætlan til allar kappingar, men tað er rætt, at báðir dystirnir í dag, og serliga tann á Parc dex Princes, fer at hava fleiri trygdarfólk og eitt antiyvirgangs-øki, sigur franski inanríkisráðharrin, Gerald Darmanin, sambært tíðindastovuni AFP, skrivar Ritzau.
Bæði dysturin millum Ísrael og Mali og dysturin millum Ukraina og Irak, sum eisini verður leiktur í dag, verða mettir sum dystir við høgum vanda.
Franski inanríkisráðharrin hevur áður sagt, at ísraelsk ítróttarfólk eru vælkomin, og at tey fáa verju alt samdøgrið undir OL.
Fráboðanin kom eftir at fleiri á ytsta vinstravonginum í Fraklandi sýndu ónøgd yvir at Ísrael var boðið við. Ein av teimum var tinglimurin Thomas Portes, sum undir eini mótmælisgongu sunnudagin segði, at ísraelar ikki eru vælkomnir.