07 Vestur hevur sett fysiskan venjara

Við útbúgvingini og royndunum hevur Christopher eina breiða fatan av, hvussu ein fær mest burturúr avrikinum hjá leikarum í øllum aldri og á øllum støði

07 Vestur
25. oktober 2024 kl. 18:07

07 Vestur hevur sett Christopher Hernandez Robinson í fulltíðarstarv sum fysiskan venjara. Hann byrjar í starvinum 1. november. Christopher hevur skrivað undir sáttmála fyri kappingarárið 2025.

Christopher kemur við nógvum royndum og førleikum. Hann hevur starvast sum fysiskur venjari og rehabiliteringsvenjari bæði í Europa og Asia. Hann hevur m.a. arbeitt í Kambodja Premier League og í 1. deild í Andorra.

Christopher hevur bachelorprógv í ítróttar- og rørsluvísindum og masterútbúgving í venjingaroptimering og ítróttarrehabilitering. Eisini hevur hann útbúgving innan fysioterapi.

Við útbúgvingini og royndunum hevur Christopher eina breiða fatan av, hvussu ein fær mest burturúr avrikinum hjá leikarum í øllum aldri og á øllum støði.

Vit gleða okkum at fáa hann sum part av okkara venjaratoymi og eru vís í, at hansara førleikar fara at koma okkum til góðar.