Dan Brimsvík og 07 Vestur fyrireika seg til, at tað aftur verður lagt til brots í landskappingini. Fyrsti dystur hjá 07 Vestur eftir summarsteðgin verður annað mánakvøld, tá ið KÍ verður gestur á Dungasandi.
Fleiri spælarar hava biðið farvæl í Vágum, og onkrir eru lagstir aftrat. Eitt nú hevur Teitur Olsen, sum áður hevur spælt í felagnum, skrivað undir uppá, at hann verður við fram til kappingarlok, og Mikkel Jakobsen, sum áður hevur spælt við NSÍ, er nú í Vágum.
Í kvøld boðar 07 Vestur frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við royndan miðvallara, sum er úr Bosnia Hersegovina.
07 Vestur skrivar soleiðis:
Royndur spælari til miðvøllin hjá 07 Vestur
07 Vestur hevur gjørt sáttmála við royndan leikara til verjukenda miðvøllin. Talan er um 31 ára gamla Amer Ordagic, sum er føddur og uppvaksin í Bosnia-Herzegovina.
Amer hevur har spælt á hægsta støði í heimlandinum, har hann hevur leikt 149 dystir við liðum í bestu deildini.
Í 2018 fór hann at spæla við Brann í bestu norsku deildini. Hann varð har roknaður sum lyklaspælari hjá venjaranum, Lars Arne Nielsen, sum vit kenna væl í 07 Vestur. Í Brann spældi Amer 41 dystir í 3 ár, inntil ein knæskaði síðsta árið forðaði honum at halda fram. Hann flutti tá til Sandefjord, har hann spældi 46 dystir.
Vit hava í Amer fingið ein sera royndan og sterkan miðvallara, sum fer at styrkja liðið og skapa stabilitet á miðjuni. Vónandi fer hann at trívast væl og vera okkum ein fongur. Vælkomin Amer!, skrivar 07 Vestur í kvøld.