Higartil hevur ferðslan síðani kappingarlok í heyst fyri tað mesta verið úr 07 Vestur, men soleiðis fer tað neyvan at vera leingi aftrat.
Nýggjur venjari er Steffen Landro úr Norra, og hann sigur í samrøðu við norska miðilin BA ella Bergenavisen, at tað verður neyðugt at keypa upp til níggju nýggjar spælarar.
Hann veit at siga, at felagið hevur fíggjarliga orku at keypa fleiri spælarar:
-Eg havi sæð tølini, og tey siga, at pengar eru at keypa spælarar fyri, sigur Steffen Landro í samrøðu við norska BA.
Hóast fleiri av lyklaspælarunum ikki halda fram í 07 Vestur, so hevur nýggi venjarin gott mót:
-Málið hjá felagnum er at blanda seg millum fýra tey bestu. Hjá mær snýr tað seg um at miðja eftir toppinum. Tað er eingin orsøk til at miðja lægri, men harvið er ikki sagt, at tað fer at bera til eftir einum ári, sigur venjarin, sum 4. januar fyri fyrstu ferð fer til Føroya og Sørvágs, har 07 Vestur heldur til.
07 Vestur og Steffen Landro hava skrivað undir eitt ára sáttmála.
Higartil er eingin spælari lagstur aftrat í 07 Vestur.
Tað er greitt, at í hvussu so er fimm spælarar og kanska sjey, sum í fjør vóru á liðnum, ikki fara at halda fram:
Ari í Haraldstovu Petersen, Ási P. Dam, Magnus Holm Jacobsen, Jasper Van Der Heyden og Uros Stojanov hava skrivað undir sáttmálar við onnur feløg. Daniel Obbekjær og Mathias Voss vóru í fjør millum stuðulsspælararnar í 07 Vestur. Daniel Obbekjær boðaði í heyst frá, at hann fer ikki at halda fram í felagnum, og Mathias Voss hevur ikki skrivað undir sáttmála við felagið. Jóhann Hansson Joensen spældi í ár við 07 Vestur, men tað er ikki greitt enn, hvussu tað verður við honum.
Í Vágum leggja teir stóran dent á at menna lokalar spælarar. 07 Vestur vann U21 landskappingina í ár, og uppaftur fleiri av teimum spælarunum, enn tað vóru í farna kappingarári, fara at vera í besta hópinum, uttan at tað tó kann roknast við, at teir beinanvegin fara at eiga lyklaleiklutir.