07 Vestur hevur fingið royndan málmann úr Danmark at verja málið hetta kappingarárið. Talan er um 27 ára gamla Sebastian John, sum seinast hevur spælt við HB Køge í Danmark. Tað veit 07 Vestur at siga:
Sebastian byrjaði sína yrkisleið í Viborg. Her var hann eykamálmaður í 58 dystum í Superliguni. Sebastian fór úr Viborg í 2018, og síðani hevur roynt seg sum málmaður í næstbestu donsku deildini. Hann hevur spælt við Fremad Amager, Kolding IF, FC Fredericia og HB Køge.
Umframt hetta var Sebastian úttikin til donsku U17, U18, U19, U20 og U21 landsliðini, har hann hevur spælt 9 dystir.
Sebastian er við sínum drúgvu royndum eitt sera gott íkast til unga 07 Vestur liðið. Hann fer heilt víst at verða okkum ein góður leiðari á vøllinum og íblástur til ungu spælararnar.
Hjartaliga vælkomin Sebastian, skrivar 07 Vestur.