0-3 til KÍ í hálvleikinum

Klaksvíkingar eru á sigurskós móti risafavorittunum Ferencvaros

Ragnar Sjúrðarson
19. juli 2023 kl. 17:56

KÍ er á løtuni á odda 0-3 í Champions League undankappingardystinum á útivølli móti ungarska stórliðnum, Ferencvaros.

Fyrri dysturin við Djúpumýru endaði við málleysum javnleiki 0-0. Hetta var eitt flott úrslit í sær sjálvum, men eisini eitt úrslit, sum var til fyrimun fyri Ferencvaros.

In.fo visti eisini í dag at siga, at heili 17 veddingarfyritøkur høvdu Ferencvaros sum stórfavoritt móti KÍ.

Men klaksvíkingar hava gjørt allar viðmerkjarar og veddingarfyritøkurnar fyri skommum í Budapest í kvøld.

Árni Frederiksberg hevur skorað tvey mál og Luc Kassi eitt.

HER ber til at keypa atgongd, at síggja dystin.