0-0 millum upp- og niðurflytingarliðini

1. DEILD: Grannauppgerðin millum niðurflytarnir NSÍ og uppflytarnir B68 endaði 0-0 í kvøld. Talan var um ein dyst, ið vendist frá siðbundnum spæliskipanum og óáhugaverdum spæli, til háspenning og intensar umstøður. Vit vóru til staðar og fingu undirhald fyri allar pengarnar

Í seinna hálvleiki var betri fótbóltsveður. (Mynd: Áron Vest)
Áron Vest
4. mars 2023 kl. 22:01

Tað var kalt og vátt í veðrinum, tá dómarin, Árni Brandsson Petersen, floytaði grannauppgerðina í gongd klokkan 19:00 hetta leygarkvøldið. Fjepparar úr báðum legum høvdu leita sær til vøllin við Løkin og var tað nakað, ið hoyrdist. Hálvtannað-hundra áskoðarar vóru møttir upp og kendust teir allir spentir til dyst.

NSÍ løgdu harðast út og áttu teir at kalla allar málmøguleikar ið uppstóðu, hóast hesir ikki vóru nógvir. Talan var um deyðbóltar úr hornaspørkum fyri tað mesta. Tá eitt korter var spælt, mátti Bethuel Hansen úr NSÍ skiftast út vegna skaða. Inn fyri hann kom Teitur Knudsen.

Seinra korterið legði B68 seg longur og longur upp á vøllinum. Hóast hetta, so spurdust ikki nógvir málmøguleikar burturúr hjá toftamonnum. Størsta málmøguleikan áttu Steffan Løkin úr NSÍ, tá hann royndi sær við nærskotið, men hevði tað ikki nóg mikið av kraft, tí málmaðurin í B68 málinum, Tórður Thomsen, loftaði bóltinum púra róligur við bert tí eini hondini. Lítlan minutt seinni fær Bjarki Johannesen úr B68 gult kort, tá dómarin metti hann hava gjørt eina ólógliga obstruktión mótvegis Steffan Løkin, ið annars var skjótur upp aftur. Størsta málmøguleikan í fyrra hálvleiki, átti Áron Høj í NSÍ, men aftur hesaferð stórbjargaði Tórður Thomsen.

Seinni hálvleikur hevði munandi meir ferð á. Bæði í spæli og í intensiteti. Spælskipanirnar, ið annars vóru sera siðbundnar í fyrra hálvleiki, fingu vend. Talan bleiv um sera nógvar umstillingar úr báðum legum. Nú varð turrari í veðrinum og tað varð lættari at spæla. Málmøguleikarnir vórðu fleiri, í takt við at menn løgdu meiri fyri, at fara heim við betra úrslitinum.

Tá eitt korter var spælt av seinna hálvleiki, mátti dómarin vísa Beinir Nolsøe úr NSÍ av vøllinum, fyri leik, sum í álvarsligan mun, ikki er loyvdur. Hendan takkling skapti kjak og øsing millum áskoðaraplássini. Tað gjørdist ein klandurstøða millum liðini og mátti dómarin vísa Steffan Løkin úr NSÍ og Óla Olsen úr B68 gult kort fyri at sýna ónøgd inná avgerð dómarans við óhøviskum málburði. Nú vaknaðu vespurnar av álvara, tí restina av dystinum spældu teir við einum manni í undirtali. Bæði liðini broyttu spæliskipan og framdu alt fyri eitt útskiftingar.

Móti endanum gjørdist spælið alsamt meir intenst. Teir stóru málmøguleikarnir átti heimaliðið, men vóru allir hesir avnoktaðir av einum stórspælandi Tórði Thomsen. Tað mundi valla vera nakar ivi um, at Tórður var dagsins maður.

Dysturin millum NSÍ, sum í fjør flutti niður í fyrstu deild, og B68, sum í fjør flutti upp úr aðru deild upp í fyrstu deild, endaði 0-0.

Fyrstu ellivu hjá NSÍ
Kristian Joensen (MM), Meinhard Debes Geyti, Oddur Árnason Højgaard, Steffan S. Abrahamsson Løkin, Atli Djurhuus Petersen, Pætur Hentze, Áron Høj, Sølvi Sigvardsen, Beinir Nolsøe, Betuel Hansen (L) og Andri Benjaminsen.

Inn komu Mórits Heini Mortsen (16. minutti fyri Betuel Hansen), Yehor Korytskyi (66. minutti fyri Áron Høj), Búi Egilsson (71. minutti fyri Sølva Sigvardsen), Jógvan Højgaard (71. minutti fyri Andra Benjaminsen).

Gult kort: Steffan Løkin (59. minutti)

Reytt kort: Beinir Nolsøe (59. minutti)

Venjari hjá NSÍ er Sámal Erik Hentze.

Fyrstu ellivu hjá B68
Tórður Thomsen (MM), Eli Hansen, Bjarki Johannesen, Óli Højgaard Olsen, Hilmar á Regni Højgaard, Petur í Túni Petersen, Helgi Johannesen, Ingvard Emil Ronaldsson, Ovi Brim, Aron Reinert Hansen og Jóhan Dávur Højgaard (L)

Inn komu Jónleif Højgaard (61. minutti fyri Petur í Túni Petersen), Kristoffur Gaardlykke (70. minutti fyri Hilmar á Regni Højgaard) og Jákup Nesá (89. minutti fyri Jónleif Højgaard).

Gult kort: Bjarki Johannesen (32. minutti), Óli Højgaard Olsen (59. minutti) og Ovi Brim (70. minutti)

Venjari hjá B68 er Jákup Reinert Højgaard.