Vanligt tá Liverpool og Chelsea dystast, so ávirkar útfallið av dystinum tey fremstu 4 liðini í kappingini. So var ikki hesuferð, tí áðrenn dystin vóru Liverpool og Chelsea ávíkavist nummar níggju og tíggju.
Dysturin, sum eisini var nummar 1000 í venjarayrkisleðini hjá Klopp, bar eisini brá av at tað vóru tvey lið í miðjuni av deildini, sum leiktu á Anfield.
Chelsea byrjaði betri, og Kai Havertz helt seg hava lagt Chelsea frammum eftir bert tríggjar minuttir, men málið varð kolldømt fyri rangstøðu.
Fyrri hálvleikur var annars lítið undirhaldandi, onki flótandi fótbóltsspæl og fáir málmøguleikar - tó so at Chelsea hevði fleiri vandamiklar støður.
Seinna hálvleik byrjaði Liverpool betri, men heimaliðið megnaði ikki at viðlíkahalda trýsti í meira enn 6-8 minuttir. Nýggja keypið hjá Liverpool, Cody Gakpo, hevði onkrar atsóknir, men onki var nærvið at ræða Chelsea leikarar og viðhaldsfólk. Heldur vóru tað áskoðarnir sum sótu í rað Z, sum høvdu okkurt at óttast.
Einasta liðini bæði kundu fegnast um, er eitt stig og at onki mál bleiv skorað í móti teimum. Hjá Liverpool var hetta fyrstuferð í átta Premier League dystir, at málið var reint.