Náttúran verður skrædd upp

2016-06-08 11:29 Author image
Dimma

- Hetta er ein stórur trupulleiki nógvastaðni. Vit síggja slóðir eftir koyring við akførum, tí fólk koyra óstortliga, og nú vilja vit varpa ljós á, at hetta átti at verið skipað betur, sigur Suni Petersen, sum er deildarleiðari fyri Vernd á Umhvørvisstovuni.

Hagafuglarnir verða stygdir. Seyðurin verður órógvaður. Og grefflig arr síggjast í náttúruni. Umhvørvisstovan rópar nú varskó, tí koyring við motorsúkklum, fýrahjólaðum ATV-arum og øðrum gera stór sár í náttúruna, sum taka ár um at lekjast.

Tað er ikki ólógligt at koyra í haganum. Gamla náttúrufriðingarlógin er ikki ítøkilig á økinum, og tí átti ein dagføring at vera gjørd. Hetta er upp til politisku skipanina at fáa greiðu á, sigur Suni Petersen.

- Tað er sjálvandi ólógligt at grópa hagan upp, men tað er ikki ólógligt at koyra í haganum, og tí hendir hetta. Tað eru ikki øll, sum duga sær hógv, og undir øllum umstøðum órógvar hagakoyring djóralívið, serliga nú tá ið fuglurin reiðrast, sigur Suni Petersen.

Skal hetta bera til, eigur eitt øki at vera sett av til slíka koyring, tí tað kann ikki vera upp til tann einstaka at spæla sær sum einum lystir í náttúruni.

Umhvørvisstovan hevur lagt út livandi myndir, har ungfólk síggjast grópa náttúruna upp við motorcross. Tað sæst her

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður