Heimatíðindi

Vísindaráðstevna í Føroyum: "Vit skulu ikki uppfinna tann djúpa tallerkin umaftur"

(Mynd: Fiskaaling)

(Mynd: Fiskaaling)

2019-01-07 13:30 Author image
Turið Justinussen

Í septembur í 2020 verður altjóða ráðstevan um fiskalús umsíður og fyri fyrstu ferð hildin í Føroyum við Fiskaaling sum verti. Sambært Fiskaaling, er ráðstevnan fakliga mennandi og eitt gott høvi hjá fyritøkuni at gera vart ið seg

Vísindaliga ráðstevnan, Sea Lice Conference, er ein ráðstevna, har nýggjastu granskingarúrslitini um fiskalús verða løgd fram. Endamálið er at savna og styrkja samstarvið millum teir fremstu granskararnar í fiskalús og tí, sum hartil hoyrir.

Altjóða lúsaráðstevnan verður hildin annaðhvørt ár ymsastaðni í heiminum, har 300-400 granskarir hittast fyri at leggja fram granskingarúrslit.

Í aðru viku í septembur í 2020 verður 13. lúsaráðstevnan, í røðini síðani ta fyrstu í 1992, fyri fyrstu ferð hildin í Føroyum.

[object Object]

Eydnaðist umsíður
Føroyar hava altíð havt føroysk umboð við á ráðstevnuni, og seinast var tað Tróndur Kragesteen, Ph.d.-lesandi á Fiskaaling, sum granskar í lúsaspjaðing, ið umboðaði Føroyar.

Ynski hevur tó leingi verið um at fáa ráðstevnuna henda vegin, og eftir at hava søkt tvær ferðir, um at fáa hana til Føroyar, hava fyriskiparir umsíður gjørt av, at 13. ráðstevnan í 2020 skal haldast í Føroyum, við Fiskaaling sum verti:

- Fyrst varð avgerð tikin um, at ráðstevnan skuldi vera í Skotlandi. Næst, í Avstralia, og Føroyar vórðu raðfestar sum nummar trý. Skotland vendi tó aftur við teimum boðum, at vegna umbygging av Sterling Universiteti, har ráðstevnan eftir ætlan skuldi verða, ber kortini ikki til at hýsa ráðstevnuni har komandi ár, sigur Stjóri í Fiskaaling, Jóhanna Lava Køtlum í samrøðu við Dimmalætting.

Føroyar liggja tætt við Skotland, og eftir avboð frá skotum, vendu fyriskiparirnir sær til Fiskaaling í Føroyum.

Ein onnur orsøk til, at Føroyar vórðu valdar fram num Avstralia, kann hugsast at vera, at seinasta ráðstevna í 2018, varð hildin í syðrasta býi í heiminum, Punto Arenas í Kili, og fyriskipararnir av ráðstevnuni vilja, at ráðstevnan aðru hvørja ferð verður hildin innan Europa og aðru hvørja ferð uttanfyri Europa.

- Á seinastu ráðstevnuni, sum var í Kili, høvdu vit ymiskt annað á skránni, og bert eitt føroyskt umboð var við. Tískil gjørdu vit ikki líka nógv burturúr, sum vit hava gjørt undanfarnu árini, tá vit hava søkt, men vit hava leingi ligið framvið og fegnast avgjørt um avgerðina, sigur Jóhanna Lava Køtlum.

[object Object]

Menna Føroyar sum ráðstevnuland
- Tað er absolutt sera áhugavert, at Føroyar fara at hýsa eini so umfatandi og týðandi altjóða vísindaráðstevnu, sigur Jóhanna Lava Køtlum.

Sambært henni, er hetta eitt gott høvi hjá Fiskaaling at gera vart við seg sum týðandi og seriøs granskingarfyritøka:

- Tað er viðkomandi og fakliga mennandi at vera við í ráðleggingini av eini slíkari ráðstevnu, greiðir hon frá, og leggur afturat:

- Eisini styðjar tað uppundir ætlanirnar hjá Føroya Landsstýri, Tórshavnar Kommunu og VisitFaroe Islands, ið ynskja at menna Føroyar sum eitt ráðstevnuland.

Les eisini: Til Dubai at keypa ráðstevnur

Tað eru fleiri granskarar á Fiskaaling, ið fáast við gransking innan lús, men Jóhanna Lava Køtlum greiðir frá, at tá arbeitt verður innan gransking, verður arbeitt tvørtur um landamørk, har klók høvd frá øllum heiminum seta seg saman:

- Vit skulu ikki uppfinna tann djúpa tallerkin umaftur her í Føroyum, sigur hon.

[object Object]

Drúgvar fyrireikingar
Fleiri hundrað granskarir úr øllum heimsins heraðshornum luttaka vanliga til lúsaráðstevnurnar, og fyrireikingarnar eru sostatt drúgvar. Í Kili í fjør, luttóku áleið 350 fólk, og Fiskaaling væntar áleið sama luttakaratal til ráðsetvnuna komandi ár. 

- Vit søgdu, beint sum vit fingu boðini, at vit eru klár og áhugaði, men áðrenn vit endaliga søgdu ja, kannaðu vit flogferðsluna, og um Norðurlandahúsið og gistingarhús eru tøk alla ta vikuna, ráðstevnan verður, sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri, og tekur aftur í orðið: 

- Fyrireikingarnar til ráðstevnuna byrja longu í ár. Eitt nú, hvussu vit tríva aftur í niðurstøðuna frá seinastu ráðstevnu og gera hesa ráðstevnuna áhugaverda fyri øll. Tí hóast laksalús er ein avbjóðing hjá alivinnuni í Føroyum at halda niðri, eru tað onnur granskingarviðurskifti innan lúsa- og fiskasløg, ið hava týdning aðrastaðni. Skrá og fyrilestrahaldarar verða tískil funnir í samstarv við onnur.

Fiskaaling ætlar at heita á føroyskar aktørar at taka sær av teimum praktisku fyrireikingunum, og sjálvi hugsavna seg um ta fakligu fyrireikingina.

[object Object]

[object Object]

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður