Uttanlands

Gransking: Blóðflokkurin avgerð heilsuna

Mynd: Ilustreret Videnskab

Mynd: Ilustreret Videnskab

2018-11-16 14:07 Author image
Turið Justinussen

Tað er nógv, ein kann gera fyri at halda seg frískan og ferðugan, men nýggj gransking vísir, at hetta kann vera avgjørt frammanundan. Granskarir eru nevniliga komnir fram til at blóðflokkurin, vit arva frá foreldrum okkara, er avgerðandi fyri, um vit gerast sjúk av ávísum sjúkum

Blóð, tað reyða flotið í æðrunum. Hetta er ein vevnaður, sum hevur til endamáls at flyta ilt og føðsluevni runt í kroppinum. Eitt vaksið menniskja hevur áleið 4-5 litrar av blóði í kroppinum, men tað er ymiskt hvat slag av blóði, fólk hava. Tað kann flokkast í hesar fýra høvuðsbólkar í sonevndu AB0-skipaninini: A, B, AB og 0 (null), og síðani í rhesus negativ ella -positiv. 

Síðani blóðflokkarnir í 1901 vórðu uppdagaðir, hava læknar granskað í, hvat hesir kunnu siga um okkum. 

Sambært Illustreret Videnskab, vísir nýggj gransking nú, at blóðflokkurin, ein hevur, hevur týdning fyri, um ein gerst sjúkur av ávísum sjúkum. Serliga ein blóðflokkur gevur betri vánir enn hinir.

[object Object]

Blóðflokkur 0 er kongurin av blóðflokkunum
Hevur tú blóðflokkin 0, kanst tú, sambært hagtølum síggja fram til eitt lív uttan krabbamein, minnissvik og hjartaæðra-trupulleikar.

Ein kanning hevur nevniliga víst, at fólk við blóðflokkunum A, B og AB hava 15 prosent størri kjans fyri at doyggja av hjarta-æðrassjúkum enn tey, ið hava blóðflokkin 0. Harafturat letur tað til, at blóðflokkurin 0 eisini verjir kroppin móti krabbameini.

Granskarir halda frágreiðingina vera, at blóðflokkarnir A, B og AB seta órinsverjuna á yvirarbeiði, so at kroppurin spakuliga er í váða fyri at framleiða krabbamein. Hetta meðan blóðflokkurin 0 er mildari móti órinsverjuni.

AB kann elva til minnistrupulleikar
Ein onnur kanning vísir, at fólk, ið hava blóðflokkin AB hava heili 82 prosent størri kjans at uppliva trupulleikar við minninum enn fólk við øðrum blóðflokkum. Frágreiðingin hjá granskarum er, at blóðflokkurin avgerð, hvussu lætt blóðið storknar, og tað, at summir blóðflokkar storkna lættari elvir til smáar blóðtøppar, sum gera, at ein hevur verri við at minnast.

[object Object]

Teir fýra høvuðsblóðflokkarnir kunnu býtast upp soleiðis á heimsstøði. Býtið er tó staðbundið: Í Latínamerika hava nógv fólk blóðflokk 0, meðan tey flestu í Skandinavia hava blóðflokk A. 

Áhugaverd fakta

  • Sambært gransking svara 5-7 litrar av blóði til átta prosent av kropsvektini hjá einum persóni, ið vigar 60-90 kilo.

  • Tá tú letur blóð, verður vanliga ein hálvur litur tappaður, ið svarar til áleið 10 prosent av blóðinum í kroppinum hjá einum persóni, ið hevur 5 litrar í kroppinum. Eftir nakrar dagar, hevur mergurin endurframleitt tappaðu blóðmongdina.

  • Skal tørvurin á blóðgevum í einum landi nøktast, skulu í minsta lagið 5 prosent av íbúgvunum lata blóð. 

  • Tað er týdningarmikið at kenna sín rhesus-flokk, tí ein blanding av báðum kann viðføra álvarsamar avleiðingar fyri fólk, ið eru rhesus negativ. 

  • Barnakonur hava 50 prosent meira blóð enn vanlig fólk. Hetta er fyri, at nokk av blóði skal vera til lívmóðurina og móðurkakuna.

  • Mennskju hava átta ymiskar blóðflokkar: A, B, AB og 0, ið annaðhvørt kunnu vera rhesus positiv ella rhesus negativ. Kettur hava bert tríggjar blóðflokkar, meðan kýr hava fleiri hundrað blóðflokkar – ivaleyst 800 ella fleiri.

  • Kroppurin inniheldur áleið 0,2 milligramm av gulli, har tað mesta flýtur í blóðinum. Tað vil siga, at tømir tú 40.000 menniskju fyri blóð, kanst tú framleiða ein gullring á 8 gramm. 

[object Object]

Sprotin

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður