Heimatíðindi

Granskarar undrast á hví føroyskir sjómenn ikki gerast strongdir

Granskarar undrast á hví føroyskir sjómenn ikki gerast strongdir
2018-04-16 12:01 Author image
Ingi Samuelsen

Kann fiskur vera orsøkin til at føroyskir fiskimenn hava ein sunnan bakteriuvøkstur í tarmunum, og kanska eisini, at teir ikki gerast strongdir av at arbeiða í við skeivum arbeiðstíðum í streingjandi umstøðum í upp til tríggjar mánaðir í senn? 

Henda spurningin setir danska populervísundatíðarritið, videnskab.dk, í eini grein, har undrast verður á, at føroyskir fiskimenn, sum fiska í eitt nú Barentshavinum ikki gerast strongdir. 

Hetta tí gransking annars vísir, at arbeiði í ymsum vaktum er ósunt og streingjandi.

Les eisini: Sjómanslívið elvir ikki til strongd – heldur hinvegin 

Videnskab.dk tekur útgangsstøði í greinini, sum Pál Weihe og Anna Maria Simonsen saman við donskum granskarum júst hava kunngjørt í vísindatíðarritinum Occupational Medicine, kallað ”Phisiological reaction to long-term fishing in the Barents Sea”, har kannað varð hvørja ávirkan tað hevði á fiskimenninar at arbeiða í støðugum 6 tíma vaktum í tveir til tríggjar mánaðir umborð á trolara í Barentshavinum. 

Niðurstøðan av kanningini, sum umfataði 96 fiskimenn umborð á fimm ymsum trolarum, var henda: At arbeiða upp til tríggjar mánaðir í seks-tíma vaktum, 84 tímar um vikuna, við avmarkaðum kropsligum aktiviteti, enntá í tilgjørdum (kunstigum) ljósi og køldum veðri umborð á skipi, økti ikki um tilburðin av strongd. 

Granskararnir eru komnir fram til at orsøkin helst er, at sjómenninir virka í skipaðum umstøðum við fastari samdøgursrútmu. Arbeiðstíðirnar eru fastlagdar, og teir vita eisini júst hvat teir skulu gera hvønn einasta dag, teir eru burturi – um alt gongur eftir vild, væl at merkja. 

Pál Weihe sigur við dimma.fo, at ein orsøk eisini kann vera, at tá sjómenn eru úti, sleppa teir undan øllum uttanumsviðurskiftum, ið kunnu vera orsøk til strongd, so sum at taka sær av dagliga húsarhaldinum, innkeypi, heinta børn og syrgja fyri, at rokningar verða goldnar. 

Tíðarritið videnskab.dk fer eitt fer víðari, og setir spurningin um orsøkin kann vera, at sjómenn eta meira fisk enn onnur gera, og tí kanska hava eina sunnari vøkstur av bakterium í tarmunum. 

Hetta prógvar granskingin hjá Pál Weihe og teimum ikki, men Pál Weihe vísir ikki møguleikanum aftur, tá hann verður spurdur av videnskab.dk. 

Við dimma.fo sigur Pál Weihe í stuttari viðmerking úr Íslandi í morgun, at her er einans talan um spekulasjón hjá videnskab.dk, og kann ikki grundast í granskingini – enn í hvussu so er. 

- Men tankin um, at heilsustøðan innvortis hevur stóra ávirkan á hvussu vit hava tað annars, er sera áhugaverdur. Hetta er eitt evni at granska meira í. Vit hava fleiri kilo av bakterium í okkum, sum eiga at røkjast, heldur Pál Weihe. 

Hann sigur, at tá hann varð spurdur um, hvørt sjómenninir umborð á Barentshavstrolarunum eta sunnari og meira feskan fisk enn fólkið annars, fór hann at ivast. 

- Eg veit tað ikki fyri vist, men eg havi ein illgruna um, at sjómenn heldur velja at taka eina fleskasteik úr frystaranum, enn at taka feskan tosk úr banjaranum. 

- Men tá tað er sagt, so ivist eg ikki í, at føroyingar, og serliga sjómannafamiljur eta meira fisk enn vanligu borgararnir í londunum kring okkum. Tað at sjómenn fáa mat regluliga og ikki njóta rúsdrekka meðan teir eru burturi hevur eisini jaliga ávirkan á gróðurin í gørnunum. 

- Nú so nógv fokus verður sett á tarmflora og innvortis viðurskiftunum annars og teirra ávirkan á útvortis heilsustøðuna, hevði verið áhugavert at fingið kanna, hvat skal til fyri at vit kunnu varðveita eina góða heilsu innvortis eisini, og harvið tryggja ein góðan og sunnan vøkstur av bakterium í gørnunum, sigur Pál Weihe.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður