Heimatíðindi

Granska í sálarheilsu undir koronaátøkum

2020-04-07 08:10 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Hvussu ávirka koronaátøkini sálarheilsuna hjá løntakarum?

Tað skal ein nýggj granskingarverkætlan nú kanna. 

Verkætlanin "sálarheilsan hjá føroyskum løntakarum undir Covid-19 átøkunum” skal finna útav, hvussu tað ávirkar okkum at vera send heim at arbeiða.  

Fakfelagssamstarvið stendur fyri verkætlanini, undir leiðslu av Anniku Davidsen ph.d., og granskara á Deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu. 

Møguleikin fyri á vanligan hátt at loysa arbeiðsuppgávurnar eru munandi skerdur, uttan mun til, um uppgávan er hjá heimahjálpini, á flakavirkinum ella í fólkaskúlanum. Harafturat er møguleikin fyri at vera partur av felagsskapinum avmarkaður ella heilt horvin, tá fólk noyðast at arbeiða heimanífrá, arbeiða einsamøll ella arbeiða uppdeild í liðum. Markið í millum arbeiðs- og privatlívið er sostatt fyri tey flestu strikað ella broytt munandi hesar vikurnar, samfelagsligu átøkini hava verið í gildi.

- Í slíkum støðum er tað alt ov ofta, at sálarheilsan í samfelaginumverður gloymd, og tí er tað áhugavert fyri okkum at vita, hvørja ávirkan hesi tilmælini hava á fólk á arbeiðsmarknaðinum, sigur Annika Davidsen. 

Kanningararbeiðið umfatar tað sálarliga umhvørvið undir korona-átøkunum samanborið við tíðina áðrenn, og skal vónandi geva eitt innlit í, hvussu ein slík støða ávirkar ymsu vinnugreinarnar, umframt onnur viðurskifti, sum barnafamiljur, og um munur er á, um man hevur verið í sóttarhaldi ella ikki.

- Vit vita sjálvandi enn ikki, hvussu hendan tíðin fer at ávirka okkum sálarliga, men arbeiðsmarknaðurin er eitt øki, sum sjálvandi er serliga nógv ávirkaður av, at vit fylgja tilmælunum. Tað ger, at arbeiðslívið hjá okkum er nógv øðrvísi enn tað plagar. Tí er tað áhugavert at síggja, hvat tað ger við ein, at umstøðurnar og tretytir í arbeiðslívinum eru so nógv broyttar, sum tær eru beint nú, samanborið við tíðina áðrenn korona, sigur Annika Davidsen.

Hetta er fyri at fáa eitt breitt innlit í, hvussu ein slík støða kann ávirka sálarliga arbeiðsumhvørvið, hvørjar vinnugreinar kenna størsta munin og, hvørja ávirkan tann sosiala avbyrgingin hevur á okkum.

Tað er sjálvandi ymiskt, hvussu fólk uppliva hesa tíðina, tað kemur ann uppá støðuna, sum tey eru í, um tey eru ein barnafamilja, sum skal fáa arbeiðsdagin at hanga saman, um tað eru fólk, sum longu stríðast við nøkrum tingum, sum hendan støðan ger verri fyri tey, ella okkurt heilt annað. Tí er tá áhugavert at fáa hesa vitanini í løtuni, meðan tað hendur heldur enn aftaná, sigur Annika Davidsen.

Vit eru øll tengd av, at okkara gerandisdagur koyrir, sum hann eigur, og tá allar rammurnar verða broyttar, og tað verður skumpað undir allan stukturin, tá ávirkar tað á nógvum økjum.

- Tað er ein øgiliga stórur partur av okkara samlaða trivnaði at vera sosial og, hvat hendir, tá man skerir tað burtur. Er tað nakað, sum kann ávirka sálarliga arbeiðsumhvørvi? Tað eru slíkar spurningar, sum vit vóna at fáa svaraðar, sigur Annika Davidsen.

Arbeiðið til verkætlanina er farið í gongd og umfatar øll, sum eru yvir 18, og sum eru á arbeiðsmarknaðinum. Eitt spurnarblað, sum verður svarað dulnevnt, er gjørt í samráð við fakfeløgini, so at øll kunnu verða við. Úrslitini frá hesari kanning kunnu nýtast til at kortleggja sálarligu avleiðingarnar av eini slíkari støðu, umframt at greina áleikandi og framtíðar tørvir. Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður