Uttanlands

Grønland: Útflutningurin nógv øktur

2016-10-27 10:12 Author image
Sigmund Vang

Fyrstu seks mánaðirnir í ár øktist útflutningsvirði hjá Grønlandi við 377 milliónum krónum. Grønlendska kringvarpið skrivar, at økta útflutningsvirðið í høvuðsheitum stavar frá størri inntøkum frá rækjum og svartkalva, sum eru hækkaðar við ávikavist 138 og 135 miliónum krónum í mun til fyrstu seks mánaðirnar í fjør.

Tað er tó kortini ikki so, at handilsjavnin er nógv broyttur, tí samstundis sum utflutningurin er øktur, er innflutningurin tað eisini. Fyrra hálvár í ár innfluttu grønlendingar fyri 342 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í fjør.

  

  

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður